Fyribyrging
Fyribyrging verður brúkt til at fyribyrgja óynsktum graviditeti og sexsjúkum.
Tað eru ymisk sløg av fyribyrging, og tey kunnu býtast í barrieruhættir og hormonella fyribyrging.
Barrieruhættir
- Hít
- Femidom
- Pessar
Hormonel fyribyrging
- P-pillarar
- Minipillarar
- P-plástur
- P-ring
- P-stavur
- P-sproyta
- Hormonspiralur
Felags fyri allar hormonellar fyribyrgingar er, at tær fyribyrgja graviditeti, men ikki sexsjúkum.
Harafturat finnast:
- Koparspiralur
- Sterilisatión
- (Angribolli)
Fyribyrging av sexsjúkum
Nógvar sexsjúkur smitta umvegis slímhinnusamband. Slímhinnur hevur man t.d. í munninum, nøsini, eygunum, skeiðini, anus og á penishøvdinum.
Við at avbyrgja slímhinnur og vegin hjá sáðkyknunum við t.d. at nýta hít, forðar man sambandinum millum slímhinnurnar hjá tveimum persónum, ið hava sex. Eisini forðar man slímhinnuni hjá einum persóni at koma í samband við vætu frá kynsgøgnum hjá einum øðrum persóni.
Sostatt verða sannlíkindini fyri at verða smittaður við fleiri ymiskum sexsjúkum niðursett.
Fyribyrging av óynsktum graviditeti
Fyri at fyribyrgja graviditeti er neyðugt at forða sáðkyknum frá einum manni í at møta einum búnum eggi í lívmóðurini hjá eini kvinnu. Hetta kann gerast á ymiskar mátar, við m.a. at forða sáðkyknuni at koma inn til eggið ella við at forða eggloysn hjá kvinnuni.
Hít
Hítin er gjørd av einum tunnum hylki av latexgummi ella polyuretan og forðar sáðkyknum at koma inn í skeiðina, endatarmin ella munnin.
Hetta slag av fyribyrging verður kallað ein barrieruhættur, tí hon ger eina byrging/barrieru millum kynsgøgnini.
Hítin verjir eisini móti sexsjúkum, tí hon forðar fyri sambandi millum slímhinnr hjá tveimum ymiskum persónum, og hon forðar fyri sambandi við sáð, præsáð og vætu úr skeiðini.
Soleiðis nýtir tú hít
1. Vaska fingrar
2. Kanna dato
3. Tryggja tær, at luft er í pakkanum. Er tað hol á pakkanum er eingin luft í, og tá kann hítin ikki nýtast.
4. Opna hítina við fingrunum. Ikki býta ella klipp pakkan upp, tí tað kann skaða hítina.
5. Vend hítini rættan veg, so hon kann rullast niður. Um tú koyrir hítina á skeivan veg, skalt tú ikki venda hítini við men koyra hana burtur og taka eina nýggja hít.
6. Halt í snippinum á hítini fyri at gera rúm fyri sáðnum og rulla niður til penisrótina.
7. Hugnið tykkum!
GG! Um tú skiftir hol, so skift hít.
Eftir samleguna
8. Tak hítina av
9. Kanna, um hítin er heil og ikki er skrædnað
10. Bint knút á hítina. Vita síðan, um har er luft í snippinum.
9. Koyr hítina í ruskspannina. Ikki hoyra hítina í wc-kummuna.
Støddir og sløg av hítum
Hítir fáast í nógvum ymiskum støddum, skapum og smakki. Tað finnast stórar, lítlar, tjúkkar, tunnar, við ella uttan krem, knoppum ella smakki.
Tað er týdningarmikið at brúka rættu stødd av hít, tí annars kann hítin skrædna ella detta av. Tað er eitt gott hugskot at royna seg fram við ymiskum støddum, áðrenn tú skalt brúka hana til samlegu fyrstu ferð.
Ein pakki við 10 hítum kostar uml. 50-100kr. og fáast í til keyps nógvastaðni, t.d. í flestu innkeypshandlum, kioskum og á Apotekinum.
P-pillarar
P-pillarar eru hormonel fyribyrging, t.v.s. tablettirnar innihalda hormon. Í p-pillarum eru kynshormonini gestagen og østrogen.
Hvussu rigga p-pillarar?
P-pillarar forða fyri graviditeti við at forða fyri, at kvinnan fær eggloysn. P-pillarar ávirka eisini slímhinnuna í lívmóðrini, so at eitt egg, ið evt. er gitið, ikki kann seta seg fast ella mennast víðari í lívmóðurini. Harafturat gera p-pillarar eisini slímið í lívmóðurháls-kanalini tjúkt og seigt, so tað er torført hjá sáðkyknum at svimja uppí lívmóðurina.
Tað eru ymisk sløg av p-pillarum
- Monofasutablettir, har allar tablettir innihalda somu mongd av hormonum.
- Fleirfasutablettir, har tablettirnar hava ymiskt innihald av hormonum.
- 2., 3. og 4. generatións p-pillarar, sum siga nakað um, nær tablettirnar komu á marknaðin.
Hvussu fái eg p-pillarar?
Tað er læknin, ið gevur tær recept uppá p-pillarar. Hjá læknanum fært tú mált blóðtrýst og vekt og kanst tosa um, um p-pillarar eru nakað fyri teg.
Um tú ert 14 ár ella eldri, er ikki neyðugt, at foreldrini skulu kunnast um, at tú fært p-pillarar.
Hvussu brúkar man p-pillarar?
Um man byrjar at taka p-pillarar á 1. menstruatiónsdegi, fært man fulla verju ímóti graviditeti beinanvegin.
Um man byrjar at taka p-pillarar á 2.-5. menstruatiónsdegi, fær man fulla verju eftir sjey dagar.
Um man byrjar at taka p-pillarar á 6. menstruatiónsdegi ella seinni, fær man ikki fulla verju móti graviditeti, fyrrenn man byrjar uppá næsta ark av p-pillarum.
Man tekur vanligt p-pillarar í 21 dagar og heldur steðg í 7 dagar. Man fær eina bløðing í steðginum. Tað ber eisini til at taka p-pillarar uttan steðg í t.d. 2-3 mðr., men so fer man ofta at plettbløða. Tá man byrjar at plettbløða, kann man halda steðg í 4-7 dagar, áðrenn man so aftur byrjar uppá eitt nýtt ark. Man skal ongantíð halda steðg í meiri enn 7 dagar.
Tríggjar týdningarmiklar minnisreglur
1. Tú skal altíð taka næstu tablett innan 36 tímar eftir, tú tók fyrru tablettina.
2. Tablettsteðgurin skal ongantíð vera í longri enn 7 dagar – hann kann vera styttri.
3. Fyri at vera vard móti graviditeti í tablettsteðginum, skalt tú hava tikið minst ein heilan pakka av p-pillarum áðrenn, t.d. minst 21 tablettir seinastu 21 dagarnar frammanundan.
Um tú gloymir ein ella fleiri p-pillarar
- Tak tablettina beinanvegin.
- Um tú spýr ella fær diarré innan 3-4 tímar eftir, tú hevur tikið tablettina, skalt tú taka eina nýggja tablet.
Hjáárin
Vanlig hjáárin, ið ofta hvørva eftir nakrar mánaðar, eru kvalmi, bróstaspenning, høvuðpína, plettbløðing og sinnisbroytingar. Um hjáárinini halda fram og plága, ber til at royna at skifta slag av p-pillarum. Oftast fær man hjáárin av østrogeninum, ið eru í p-pillarunum.
P-pillarar kosta millum 25-75kr um mánaðin.
Minipillarar
Minipillarar eru tablettir, ið innihalda eitt hormon, gestagen.
Hvussu rigga minipillar?
Minipillarar ávirka slímhinnuna í lívmóðurini soleiðis, at eitt egg, ið evt. er gitið, ikki kann seta seg fast ella mennast víðari. Harafturat gera minipillarar eisini slímið í lívmóðurháls-kanalini tjúkt og seigt, so tað gert torført hjá sáðkyknum at svimja upp í lívmóðurina. Hjá summum verður eggloysnin eisini ávirkað, so tað ikki er eins lætt at gerast við barn.
Nýggjari sløg av minipillarum innihalda, eins og p-pillarar, eisini gestagen, og hetta slagið av minipillarum forða eggloysn.
Hvussu brúki eg minipillar?
Fyrsti minipillari skal takast á 1. menstruatiónsdegi. Síðan skal ein minipillari takast hvønn dag – eisini tá tú hevur menstruatión. Man hevur altso ikki tabletsteðg.
Tað hevur týdning, at taka minipillaran sama tíðspunkt hvønn dag fyri at fáa fulla verju.
Um meiri enn 27 tímar eru, síðan tú tók fyrru tablettina, ert tú ikki vard næstu 7 dagarnir. Tak tablettina allíkavæl, eisini sjálvt um tú skalt taka tvær tablettir í senn. Brúka aðra fyribyrging, td. hít næstu 7 dagarnir.
Minipillarar eru best egnaðir til kvinnur undir 35 ár og til kvinnur, ið geva bróst, tí minipillarar ikki innihalda østrogen.
Hjá læknanum fært tú mált blóðtrýst og vekt og kanst tosa um, um minipillarar eru nakað fyri teg.
Fyrimunir við minipillarum: Um tú nýtir hesar rætt, verja teir 98% móti graviditeti.
Hjáarin
Menstruatiónin kann gerast óreglulig, við at longri tíð kann vera millum bløðingarnar. Tú kanst fáa plettbløðingar, men sum oftast er hetta bert fyrstu 2-3 mánaðirnar. Tú kanst uppliva tekin til tunglyndi.
Minipillarar kosta millum 20-80kr um mánaðin.
P-ringur
P-ringur er ein ringur úr klárum, bleytum plastikki, sum skal liggja í skeiðini. Plastikkið í ringinum inniheldur hormonini gestagen og østrogen, somu sum í t.d. p-pillarum.
Mongdin av hormonum er lægri enn í p-pillarum, tí hormonini skulu ikki upptakast gjøgnum maga/tarmkanalina, men gjøgnum slímhinnuna í skeiðini.
Hvussu riggar P-ringurin?
P-ringurin riggar við at forða eggloysn og ger slímið í lívmóðurháls-kanalini tjúkt og seigt, so at sáðkyknur hava torført við at svimja upp í lívmóðurina.
Um P-ringurin situr og verður nýttur rætt, er verjan ímóti graviditeti næstan 100%.
Hvussu brúkar man P-ringin?
P-ringurin verður settur upp í skeiðina, og skal sita í tríggjar vikur. Inni í skeiðini leggur ringurin seg upp eftir vegginum á skeiðini. Hann dettur ikki út, og hann kann ikki blíva burtur inni í skeiðini.
Áðrenn tú setur ringin upp, skalt tú vaska hendurnar. Set teg ella stilla teg væl og kleim so ringin saman og skumpa hann upp í skeiðina.
Eftir tríggjar vikur tekur tú ringin út og heldur steðg í eina viku. Í hesi ringfríu vikuni fært tú tína menstruatión.
Summi føla ringin, tá tey hava vaginala samlegu. Tað ber til at taka ringin út, tá tú hevur samlegu, men ringurin skal hægst vera úti 3 tímar pr. døgn.
P-ringurin riggar beinavegin, um tú setur hann upp á 1. menstruatiónsdegi.
Um tú ikki byrjar á 1. menstruatiónsdegi, skalt tú nýta hít fyrstu sjey dagarnar. Um tú, eftir ein steðg, gloymir at seta ringin upp í meira enn 1 dag, skalt tú nýta hít næstu 14 dagarnar.
Hjáárin
Bróstaspenning, høvuðpína, kválmi ella sinnisbroytingar. Summi fáa eisini ógvusligari hjáárin, so sum tunglyndi og/ella sjálvmorðstankar.
P-ringur kann ikki brúkast, um tú
- ert yvir 35 ár og roykir
- hevur ella hevur havt blóðtøppar. Um fleiri hava havt blóðtøpp í familjuni.
- hevur illa stýrda sukursjúku
- hevur ov høgt blóðtrýst
- hevur ella hevur havt bróstkrabba
- ert sera yvirvektig
- hevur arvaliga livrasjúku
P-ringur kostar uml. 100kr um mánaðin.
P-plástur
P-plástur er eitt tunt plástur, sum skal setast á húðina.
P-plástur inniheldur hormonini østrogen og gestagen, sum í p-pillarum, tó í minni nøgdum enn í p-pillarum.
Hvussu rigga p-plástur?
P-plástur forða fyri eggloysn. Harafturat ger p-plástrið eisini slímið í lívmóðurháls-kanalini tjúkt og seigt, so tað er torført hjá sáðkyknur at svimja upp í lívmóðurina.
Hvussu brúkar man p-plástur?
P-plástrið skal sita á húðini í tríggjar vikur, men tú skalt skifta plástur hvørja viku. Síðan skal tú einki plástur hava á í eina viku. Í tí vikuni, tú einki plástur hevur, fært tú menstruatión.
P-plástrið kann sita á reyvabøllunum, á búkinum, á yvirkroppinum (ikki á bringuni) og á yvirørmunum. Tú kanst svimja og fara í sauna, meðan tú hevur plástrið á, tí plástrið tolir at blíva vátt og heitt.
Tú skalt bert brúka eitt plástur í senn og ikki seta eitt nýtt plástur á sama stað, sum tað plástrið, tú akkurát hevur tikið av. Hevur tú illgruna um, at tú ikki hevur havt eitt plástur á í longri enn 36 tímar, skalt tú brúka aðra fyribyrging, td. hít, næstu sjey dagarnar.
Um tú setir plástrið á á 1. menstruatiónsdegi, ert tú vard frá fyrsta degi. Um tú ikki byrjar á 1. menstruatiónsdegi, skalt tú nýta hít teir fyrstu sjey dagarnar.
Um tú, eftir ein plástursteðg, gloymir at koyra nýtt plástur á í meira enn ein dag, skalt tú nýta hít næstu 14 dagarnir.
Fyrimunir við p-plástrið: Gevur uml. 99% verju ímóti graviditeti. Tú skalt bara minnast til at skifta plástur eina ferð um vikuna. P-plástur inniheldur færri hormonir enn p-pillarar.
Hjáárin
Bróstaspenning, høvupínu, kvalma ella sinnisbroytingar. P-plástur rigga møguliga ikki so væl, um tú vigar yvir 90 kg.
P-plástur kann ikki brúkast, um tú
- ert yvir 35 ár og roykir
- hevur ella hevur havt blóðtøppar. Um fleiri hava havt blóðtøpp í familjuni.
- hevur illa stýrda sukursjúku
- hevur ov høgt blóðtrýst
- hevur ella hevur havt bróstkrabba
- hevur arvaliga livrasjúku
P-plástur kostar uml. 85kr. um mánaðin.
P-sproyta
P-sproyta inniheldur eitt hormon, gestagen, og skal sproyast (oftast í reyvabøllan) 3. hvønn mðr.
Hvussu riggar p-sproyta?
P-sproytan riggar við at forða eggloysn og ger eisini slímið í lívmóðurháls-kanalini tjúkt og seigt, so at sáðkyknur hava torført við at koma upp í lívmóðurina.
Hormonstøðið sveiggjar nógv, tá man brúkar p-sproytu. Man hevur høgt hormonstøði fyrstu tíðina, eftir at sproytan er givin, og síðan lækkar hormonstøðið við tíðini, til man aftur fær eina nýggja sproytu.
Hvussu brúkar man p-sproytu?
Fyrsta sproytan skal gevast innan fimm dagar eftir 1. menstruatiónsdag.
P-sproyta verjir uml 99% ímóti graviditeti.
Hjáárin
Hjáárin eru m.a. tunglyndi, akne, hármissur og høvuðpína.
1/5 av kvinnum hava onga menstruatión, tá tær brúka p-sproytu.
Ein p-sproyta kostar uml. 200kr og riggar í 3 mðr.
P-stavur
P-stavur, hormonstavur, er langtíðarvirkandi hormonel fyribyrging, ið inniheldur hormonið gestagen. Hann er tunnur við tvørmáti á 2 mm og er 4 cm langur.
Hvussu riggar P-stavurin?
P-stavurin forðar eggloysn og ger eisini slímið í lívmóðurháls-kanalini tjúkt og seigt, so at sáðkyknur hava torført við at svimja upp í lívmóðurina.
Um p-stavurin verður lagdur innanfyri fimm dagar eftir 1. menstruatiónsdag, riggar hann beinanvegin. Verður hann lagdur onnur tíðspunkt í menstruatiónscyklus, riggar hann eftir 7 dagar. Tú skalt tá brúka aðra fyribyrging, t.d. hít, í 7 dagar.
Hvussu brúkar man P-stav?
Tað er ein lækni, ið setur stavin inn. Fyrst doyvir læknin húðina, síðan verður p-stavurin lagdur við eini nál beint inn undir húðina á innaru síðu av yvirarminum. P-stavurin verður lagdur í tann ikki-ráðandi armin, tvs. oftast í vinstra arm, um kvinnan er høgrahandað. P-stavurin verður liggjandi har, ið læknin leggur hann. Hann kann ikki flyta seg runt í kroppinum.
Tað er eisini ein lækni, ið tekur p-stavin úr, og eisini tá leggur læknin lokaldoyving fyrst, áðrenn hann ger eitt lítið hol, fyri at fáa stavin út.
Fyrimunir við p-stavi: fyribyrgir graviditeti næstan 100%. Tú kanst nýta p-stav, hóast tú áður hevur havt blóðtøppar, hevur høgt blóðtrýst, sukursjúku, er yvirvektig, roykir ella er yvir 35 ár.
Hjáárin
Gevur næstan altíð óregluligar bløðingar. Hjá summum kvinnum steðgar menstruatiónin, meðan aðrar kvinnur bløða meiri. Nakrar kvinnur fáa hjáárin so sum bróstaspenningar, høvuðpína, sinnisbroytingar, akne og vektøking.
Ein p-stavur riggar í trý ár, og skal síðan skiftast. P-stavurin kostar uml. 1000kr.
Hormonspiralur
Hormonspiralur inniheldur eitt hormon, gestagen. Hormonspiralur er gjørdur av einum lítlum plastikkhylki, sum oftast er formað sum eitt T. Inni í plastikkhylkinum er hormon, ið spakuliga verður frígivið í 3-8 ár.
Hvussu riggar hormonspiralur?
Hann riggar við at gera slímið í lívmóðurháls-kanalini tjúkt og seigt, so at sáðkyknur hava torført við at koma upp í lívmóðurina. Eisini ger hann slímhinnuna inni í lívmóðurini óegnaða til graviditet.
Hormonspiralurin kann liggja í 3-8 ár, alt eftir hvat slag av hormonspirali talan er um.
Hvussu fái eg hormonspiral?
Tað er læknin, ið gevur tær recept uppá hormonspiral.
Hvussu brúkar man hormonspiral?
Tað er læknin, ið leggur hormonspiralin upp í lívmóðurina. Áðrenn man fær lagt ein hormonspiral, verður man potaður fyri gonorré og klamydia. Hetta fyri at tryggja sær, at bruni ikki fer upp í lívmóðurina, tá spiralurin verður lagdur.
Hormonspiralurin verður lagdur upp í lívmóðurina ígjøgnum eitt tunt rør, ið fer upp ígjøgnum lívmóðurhálskanalina.
Tað er best at fáa hormonspiralin lagdan beint eftir menstruatiónina.
Tær flestu halda tað verða óbehagiligt at fáa lagt hormonspiral, og man kann tosa við læknan um at taka pínustillandi áðrenn.
Allar kvinnur, eisini tær, ið ikki hava átt børn, kunnu fáa hormonspiral.
Hormonspiralurin kann glíða úr, men hetta er sera sjáldsamt. Hetta hendir oftast í samband við, at man tekur tampax ella ein menstruatiónskopp úr. Hesi skulu tí nýtast við fyrivarni, um man hevur spiral.
Fyrimunir við hormonspirali: Fyribyrgir graviditeti við uml. 99%. Tú skalt ikki hugsa um hormonella fyribyrging í 3-8 ár. Økir ikki sannlíkindini fyri blóðtøppi. Vanliga bløðingsmongdin minkar í eina helvt, og tú fært tí antin minni ella slett onga menstruatiónsbløðing. Eisini minkar menstruatiónspínan.
Hjáárin
Tunglyndi og sinnisbroytingar. Hádosis-hormonspiralur hjá kvinnum yvir 35 ár, ið hava brúkt spiral í yvir 5 ár, kann økja sannlíkindini fyri bróstkrabba eitt lítið vet.
Hormonspiralurin fyribyrgir við 99% fyri graviditeti. Hormonspiralur kostar uml. 1200kr.
Koparspiralur
Inniheldur ikki hormon, men er eitt plastikkhylki, ið hevur ein kopartráð viklaðan rundan um.
Hvussu riggar koparspiral?
Koparið í koparspiralinum ávirkar umhvørvið í lívmóðurhálsinum, so sáðkyknurnar hava ikki svimja so væl, og tær hava torført at náa til egginum. Koparið ger eisini slímhinnuna inni í lívmóðurini óegnaða til at taka ímóti einum evt. gitnum eggi.
Trygdin fyri ikki at gerast við barn er uml. 98%.
Hvussu fái eg koparspiral?
Tað er læknin, ið gevur tær recept uppá koparspiral.
Hvussu brúkar man koparspiral?
Tað er læknin, ið leggur koparspiralin upp. Áðrenn man fær lagt ein koparspiral, verður man potaður fyri gonorré og klamydia. Hetta fyri at forða, at bruni kemur í lívmóðurina, tá spiralurin verður lagdur.
Koparspiralurin verður, eins og hormonspiralurin, lagdur upp í lívmóðurina ígjøgnum eitt tunt rør, ið fer upp ígjøgnum lívmóðurhálskanalina. Hann riggar í 5 ár.
Tær flestu halda tað verða óbehagiligt at fáa lagt spiral.
Tað er best at fáa hann lagdan beint eftir menstruatiónina.
Allar, eisini kvinnur, ið ikki hava átt børn, kunnu fáa koparspiral.
Koparspiraluin kann glíða úr, men hetta er sera sjáldsamt. Hetta hendir oftast í samband við, at man tekur tampax ella ein menstruatiónskopp út. Hesi skulu tí nýtast við fyrivarni, um man hevur spiral.
Fyrimunir við koparspirali: Inniheldur ikki hormon.
Hjáárin
Økir um bløðingsmongd og oftast versnar menstruatiónspínan.
Koparspiralur kostar millum 275-450kr.
Pessar
Er ein barrieruháttur.
Hvussu riggar pessar?
Eitt pessar er runt og kúput og skal setast upp í skeiðina. Tað er gjørt av silikonegummi og evt. nylon. Tað finnast nógvar ymiskar støddir og kann keypast á Apotekinum.
Áðrenn man setur pessar upp, skal tað smyrjast við pessarkrem, sum er eitt sáðdrepandi krem. Uttan pessarkrem er verjan móti graviditeti nógv lægri.
Tá pessarið situr, sum tað skal, forðar tað fyri, at sáðkyknurnar sleppa inn í lívmóðurina, og pessarkremið hjálpir pessarinum at sita gott og tætt, og niðursetir samstundis førleikan hjá sáðkyknunum at flyta seg.
Hvussu brúkar man pessar?
Pessar kann sita í skeiðini í upp til 6 tímar, áðrenn tú hevur samlegu. Tað skal tó nýtt pessarkrem á eftir 2 tímar.
Eftir samlegu skal pessarið sita í minst 6 tímar, so tú ert vís í, at sáðkyknurnar ikki kunnu flyta seg upp í lívmóðurina. Tað skal hægst sita í 24 tímar eftir samlegu. Síðani verður tað vaskað við vatn og sápu og skal luftturka.
Ansa eftir, at tað ikki eru hol á pessarinum og skift pessar uml. annað hvørt ár.
Um tú brúkar pessar og pessarkrem rætt, er verjan ímóti graviditeti uml. 94-97%.
Eitt pessar kostar 500-700kr. á Apotekinum.
Femidom
Femidom er ein fyribyrgingarháttur til kvinnur. Hetta er, sum hítin, ein barrieru/byrgingarháttur.
Hvussu brúkar man femidom?
Femidom er eitt slag av posa, ið kvinnan kann seta inn í skeiðina fyri at forða fyri óynsktum graviditeti ella smittu við kynssjúkum. Penis flytir seg inni í posanum, ið samlar sáðið, tá maðurin fær avgongu.
Femidom kann keypast á netinum ella bileggjast av Apotekinum.
Verjan ímóti gravidititeti við Femidom er millum 85%-98%.
Eitt femidom kostar uml. 20-25kr.
Sterilisatión
Sterilisatión av monnum
Um ein maður ynskir sterilisatión, skal hann hava eitt loyvi undirskrivað frá kommunulæknanum.
Sterilisatiónin verður gjørd í lokaldoyving á sjúkrahúsinum. Báðir sáðleiðarnir verða kliptir ella brendir, soleiðis at sáðkyknurnar ikki longur kunnu koma út við avgonguni. Maðurin hevur soleiðis enn avgongu, men nú uttan at tað eru sáðkyknur í.
Tríggjar mánaðar eftir sterilisatiónina skal maðurin avlevera eina sáðroynd, soleiðis at hann kann verða vísur í, at ongar sáðkyknur eru eftir. Tað verður viðmælt, at maðurin nýtur aðra fyribyrging, inntil svar er uppá sáðroyndina.
Sterilisatión kann sum útgangspunkt ikki gerast um.
Sterilisatión av kvinnum
Um kvinnur skulu steriliserast, skulu tær somuleiðis hava eitt loyvi undirskrivað frá læknanum.
Ofta verður viðmælt at royna aðra fyribyrging fyrst, tí ein sterilisatión kann ikki gerast um.
Sterilisatión verður gjørd við skurðviðgerð á sjúkrahúsinum undir fullari doyving. Oftast verður skurðviðgerðin gjørd við kikara, við at man klippir eggjaleiðaran frá lívmóðurini á báðum síðum, so kvinnan ikki kann gerast við barn longur. Hóast kvinnan er steriliserað, hevur hon eggloysn og menstruatión.
Sterilisatiónin riggar beinavegin, hon er gjørd og kann sum útgangspunkt ikki gerast um.
Angribolli
Er ein neyðfyribyrging, ið inniheldur hormon. Angribolli kann keypast í hondkeyp á Apotekinum.
Tablettin skal takast skjótast gjørligt eftir óvardu samleguna og seinast 3-5 døgn eftir samleguna - alt eftir hvat slag av angribolla tú keypir.
Hvussu riggar angribollin?
Angribollin riggar við at flyta tíðspunktið fyri eggloysn, so tú ikki verður við barn av óvardu samleguni. Hevur tú longu havt eggloysn, riggar angribollin tí IKKI. Tí er tað týdningarmikið at taka angribollan skjótast gjørligt.
Hjáárin
Høvupína, kvalmi, spýggjan, bróstspenningar, bløðingar, og tú kanst gerast svimbul.
Ein angribolli kostar millum 80-170kr.