Hendan síðan liggur undir: Brævkassin

Er hann for lítil?

Hey tit! Tá vit hava ítrott við flokkinum, og vit skulu í bað, so havi eg lagt merki til, at mín murtur ikki er líka stórur, sum hjá hinum. Eg eri nervøsur um, hann er ov lítil til at gentan fer at føla nakað. 

Heilsan eg

 

Hey tú!

Støddin á penis hevur sjáldan týdning fyri, hvussu gott sex er. Tá penis er slappur, kann støddin vera ymisk. Tá penis verður stívur, fyllist hann við blóð, og verður oftast longri og breiðari. Summir vaksa bert eitt sindur, meðan aðrir vaksa nógv. Fáir eru somu stødd slappir og stívir.

Tað eru fleiri mátar at hava sex, og tað er ymiskt, hvør máti er góður fyri hvønn einstakan. Við penetratiónssex kann skeiðin hjá kvinnuni (vagina) víðkast og trekkja seg saman. Hon broytist nógv í longd og breidd undir samlegu, tá kvinnan verður seksuelt tendrað. Tí er støddin á penis ikki avgerðandi. Eisini eru nógv onnur støð, ið er góð at stimulera samstundis, so sum klitoris, bróstvørtur, oyru, nakki, osfr.

Vónandi fekk tú svar uppá tín spurning.

Heilsan Kyn-toymið

Aðrir spurningar

Er tað normalt at koma skjótt?

Er tað normalt at spina skjótt. Eg kann gott spina innanfyri nøkur fá sekund. Er tað nakað man kann gera við tað?

 

Hey :) 

Hvat er normalt í mun til at koma, er sindur ringt at siga. Faktisk føla 1 út av 3 monnum ofta at teir koma ov skjótt, so hetta er nakað sum nógvir menn uppliva. Og tað kann eisini henda av og á, tað kann henda tá ein er nervøsur, ov drukkin, ella bara spentur. Men um tað er soleiðis hvørja ferð, og tað gongur út yvir sexlívið hjá tær og tínum maka, so eru nøkur ting sum mann kann royna. 

Eitt ráð er at royna tað sum eitur Stop-Start metoduna. Hetta er tá mann onanerar fram til beint áðrenn mann er við at koma, og so steðgar mann. Hetta skal endurtakast 3-5 ferð. 

Eisini er týdningarmikið at snakka við sín maka, at føla seg tryggan saman, og ikki føla seg pressaðan. 

Alt tað besta 

Kyn-toymið 

Spurningur um tiltøk í Viku 6
Spurningur:
Hvar finni eg skránna við tíð og stað fyri almennu tiltøkini í viku 6 2025?
Svar:
Hey tú 
Hendan Vika 6 er eitt sindur annarleiðis enn hinar undanfarnu. Vit hava einki alment tiltak í ár, men vit eru úti í ungdómshúsum og í nøkrum miðnámsskúlum og undirvísa. Vit fara at hava kunnandi básar í Miðnámsskúlanum í Kambsdali og á Glasi. 
Vit fara í næstum at leggja úrslit út á heimasíðuna frá okkara kanning um mytur og misskiljingar. 
Fylg við á heimasíðuni, her kanst tú síggja um okkurt tiltak verður í framtíðini. 
Vinaliga
Kyn-toymið  
Resept uppá ppillar undir 18 ár?

Hey Kyn

Eg vil gjarna byrja uppá p-pillar, men eg tori ikki at spyrja mammu mína, um eg sleppi. Kann eg fara sjálv til lækna at fáa ppillar, sjálvt um eg bara eri 17 ár? Skal eg til eina undirlívskanning eisini? 

Heilsan

Purlan 

 

Ja, tú kanst gott fara til læknan sjálv, hóast tú ikki ert 18 ára gomul. Um tú er 15 ár ella eldri, kanst tú fáa p-pillar ella tosa um fyribyrging við læknan, uttan at foreldur tíni eru við.

Seg teg í samband við tín kommunulækna, og bið um eitt prát hesum viðvíkjandi. Læknin fer at spyrja teg um ymiskt so sum royking, og eisini máta títt blóðtrýst. Tú nýtist ikki eina undirlívskanning, fyri at fáa p-pillar.

 

Góða eydnu,

Heilsan Kyn-toymið

Er tað vanligt at ikki hava mussað nakra gentu, tá ið man er 14 ár?

Er tað vanligt at ikki hava mussað nakra gentu, tá ið man er 14 ár? 

Drongur, 14 ár. 

Kyn svarar: 

Hey

Ja, tað er heilt vanligt. Nøkur 14 ára gomul hava mussast, men tey flestu hava faktiskt ikki. Tað týdningarmikla er, at man mussar ein, sum man heldur, er fitt/ur, og man hevur hug at mussa. Tað er sera týdningarmikið, at bæði, sum skulu mussast, hava hug. Onkur kann kanska kenna seg illa ella ikki tora, tí man heldur, at man ikki dugir. Men týdningarmiklast er, at man ger tað, tá tað kennist rætt, og so skal man nokk læra tað.

Hey, har kemur sovorði hvítt úr míni ginu, er tað vanligt?

Hey, har kemur sovorði hvítt úr míni ginu, er tað vanligt?

Genta, 10 ár.

Kyn svarar: 

Hey

Tað er heilt vanligt at sovorði hvítt kemur úr vaginu. Tað verður kallað útflot og er nakað, sum allar gentur og kvinnur uppliva. Man er uml. 10-14 ár, tá man byrjar at fáa útflot, og tað er við til at halda skeiðina reina og fuktiga.

Um tað ikki luktar løgið ella skriðar, so skalt tú einki gera við tað. Tá tú vaskar tær í neðra, skalt tú helst bert nýta vatn, men tú kanst eisini nýta sápu, ið er gjørd til tað. Um útflotið luktar merkiligt og/ella skriðar illa, so skalt tú práta við onkran vaksnan ella møguliga ein lækna.

 

Eg føli meg ofta uttanfyri í skúlanum.

Hey! Eg føli meg oftani uttanfyri í skúlanum og havi ongan at spæla við. Eg tími ikki at ganga í skúla meira. Hini eru ikki keðilig við meg. Tey ignorera meg bara.

Heilsan Lottalisa uttan vinir, 11 ár

 

Kyn svarar: 

Góða Lottalisa

Tað er so keðiligt at ongan hava at spæla við og føla seg uttanfyri. Hevur tú snakkað við foreldrini ella læraran um hetta? Ella onkran annan vaksnan, sum tú følir teg trygga við? Sjálvt um hini ikki eru keðilig við teg, so er kenslan av einsemi sera hørð. Tí eigur tú at fortelja onkrum vaksnum um hetta. Tað er gott at práta um slíkt, serliga tá tú ikki tímir at ganga í skúla longur. Men tú kann eisini skriva teimum (tínum foreldrum, ella onkrum vaksnum) eitt bræv um, hvussu tú hevur tað. Tað er ofta lættari at skriva enn sat práta.

Eitt hugskot kundi møguliga eisini verið at byrja at gingið til okkurt í frítíðini. Man kann ganga til nógv ymiskt - alt frá ítrótti ella skótar til ríðing, drama ella tónleik. Har er uttan iva møguleiki at finna onkrar vinir.