Kann eg hava fingið eina sexsjúku?
Hey
Eg og sjeikurin høvdu sex og vit høvdu onga hít. Aftana 2 min angraðu vit tað og steðgaðu, ti vit føldu tad var kanska eitt sindur risky. Hann spermaði so ikki. Eg taki ppillar, so eg hugsi ikki so nogv um graviditet, men eg eri bangin fyri kynssjukum.
Hann hevur verið vid einari fyrr, og so vid mær. Hann var min fyrsti. Hann segdi hann ikki hevur nakra kynssjuku, men eg giti ikki hann hevur kannad seg. Min spurningur er um eg skal vera órolig, og fara at kanna meg?
Ella um eg skal bara lata vera vid at hugsa um tad.
Takk fyri tín spurning til brævkassan.
Ja, tað er møguleiki fyri, at tú kanst verða smittað við eini sexsjúku, hóast tit bert høvdu sex uttan hít í 2 minuttir og partnarin hjá tær ikki kom. Tín partnari kann ikki við vissu vita, at hann ikki er smittaður við eini sexsjúku, um hann ikki er vorðin kannaður. Nógvar sexsjúkur, har ímillum klamydia og gonorré, geva oftast slett ongi symptom.
Tí er tað eitt gott hugskot at tú verður kannað fyri sexsjúkur hjá tínum kommunulækna. Um tú ongi symptom hevur, so er ein kanning fyri klamydia og gonorré mest neyv umleið 3 vikur eftir samleguna. Fært tú áðrenn hetta symptom sum svíandi vatnláting, óvanligt útflot, bløðing ella pínu í undirlívið kanst tú seta teg í samband við kommunulæknan.
Tað verður viðmælt, at tú/tit brúka hít inntil tit kenna svar uppá royndirnar.
Og at enda: Tað er altíð okay at umbestemma seg - eisini hóast man byrjaði við at hava hug og samtykti til samleguna.
Alt tað besta
Vinaliga
Kyn-toymið